Frá týsdegnum 1. juni verða tillagingar gjørdar av prísunum fyri bussar, sum koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin.
Fyri smábussar við upp til 20 fólkum verður prísurin fyri at koyra einvegis millum Eysturoynna og Streymoynna lækkaður úr 475 kr. til 200 kr. Millum Strendur og Rókina lækkar prísurin úr 300 kr. niður í 100 kr.
Fyri størri bussar, sum taka omanfyri 20 fólk, verður prísurin fyri at koyra einvegis millum Eysturoynna og Streymoynna lækkaður úr 1.250 kr. til 400 kr. Millum Strendur og Rókina lækkar prísurin úr 750 kr. niður í 200 kr.
Prísirnir eru treytaðir av, at tú hevur hald. Um tú ikki hevur hald, eru prísirnir tað tvífalda.
Samstundis er avgjørt at halda fram við verðandi prísum fyri vørubilar.