Hevur tú hald, koyrir tú beint ígjøgnum tunlarnar. Nummarspjøldrini verða avlisin, gjaldstøðin skrásetir túrarnar og tekur sjálvvirkandi ein túr av haldinum.
Fakturi verður sendur, tá haldið skal endurnýggjast. Tilber at skráseta haldið til sjálvvirkandi gjaldsskipan (GS/Kortgjald), soleiðis at fakturar verða goldnir sjálvvirkandi.
Tú mást gjalda fyri at koyra í undirsjóvartunlum í Føroyum.
Rinda áðrenn ella aftaná, at koyrt verður gjøgnum tunnilin. Kvittan verður send við telduposti.
Koyr gjøgnum undirsjóvartunnilin uttan at steðga. Mynd av nummarplátuni verður skrásett.
Eyka gjald verður lagt á ógoldnar rokningar eftir einari viku.
Gjald verður bert kravt, tá koyrt verður úr Vágum gjøgnum Vágatunnilin og úr Klaksvík gjøgnum Norðoyatunnilin.
Gjøgnum Eysturoyartunnilin verður gjald kravt fyri hvønn einstaka túr.