Norðoyatunnilin

Norðoyatunnilin í tølum

Norðoyatunnilin í tølum

Ár: Norðoyatunnilin varð tikin í nýtslu 29. apríl 2006.

Kostnaður: Norðoyatunnilin kostaði 395 milliónir krónur at byggja.

Longd: Norðoyatunnilin er 6,2 km langur. Av hesum eru 3,1 km undir Leirvíksfirði.

Dýpd: Har tunnilin stingur djúpast, eru 150 metrar upp til sjóvarmálan. Dýpið í sjónum er í mesta lagi 103 metrar.

Hall: Hallið bæði leirvíksmegin og klaksvíksmegin er 5,9%

Koyribreytin: Tvær mótkoyrandi breytir eru í tunlinum, sum er góðar 10 metrar breiður. Sjálv koyribreytin er 7 metrar breið. Harafturat eru gjørdir vegakslar, sum eru 1,0 metur hvør.

Steðgipláss: Steðgipláss eru til persónbilar fyri hvørjar 500 metrar, tað eru 13 steðgipláss í alt. Til størri akfør eru trý steðgipláss.

Spreinging: Sprongdir eru 410.000 kubikkmetrar av gróti úr Norðoyatunlinum, og til tess eru nýtt 1.100 tons av spreingievni.

Lekar: 1.800 tons av betongi eru nýtt at tetta lekar við. Mest loyvdi leki í slíkum tunlum er 300 litur um minuttin fyri hvønn kilometur, í Norðoyatunlinum er hetta talið umleið 185 litrar um min. fyri hvønn kilometur.

Um Norðoyatunnilin

Um Norðoyatunnilin

Norðoyatunnilin varð alment tikin í nýtslu tann 29. apríl 2006.

Fyrsta skotið varð latið av leirvíksmegin seinnapartin tann 18. desember í 2003. Í Borðoy varð byrjað tann 19. apríl 2004, men eins og við Vágatunlinum høvdu røddir verið frammi langt áðrenn tað, sum vildu knýta Norðoyggjar fast í Eysturoynna.

Tankin um fast samband um Leirvíksfjørð búnaðist í seinnu helvt av áttatiárunum, og í 1987 gjørdi Landsverkfrøðingurin eina heildarætlan fyri, hvar undirsjóvartunlar kundu verða gjørdir, og árið eftir vóru seismiskar kanningar gjørdar í Leirvíksfirði.

Kreppan í nítiárunum bremsaðu eisini hesum ætlanum, men fimtan ár seinni varð sjøtul settur á. Partafelagið Norðoyatunnilin varð stovnað í 2001, og Løgtingið samtykti sonevndu anlegslógina fyri Norðoyatunnilin í mars 2002.

Royndirnar við Vágatunlinum komu væl við, og arbeiðið gekst væl, hóast nógv var at tetta. Hinvegin var jarðfrøðiliga tilfarið gott í Klaksvíksfláini, sum einans gongur gjøgnum hendan partin av landinum, og grótið kundi brúkast aftur til at leggja til veg í tunlinum og annað.

25. juni 2005 varð tunnilin skotin ígjøgnum, og tað var m.a. hátíðarhildið við samkomu í sjálvum tunlinum. Eisini Norðoyatunnilin varð liðugur fyri tíðina, og tríggjar mánaðir fyrr enn tíðarætlanin segði, sluppu fólk og bilar at koyra ígjøgnum 6 kilometrar langa tunnilin.

Nevnd

Nevnd

Nevndin í P/F Norðoyatunlinum er mannað soleiðis:

Jens Kári Vilhelm, formaður
Heri M. Hammer, næstformaður
Johanna á Bergi, nevndarlimur