TUNNIL hevur dátaábyrgd av upplýsingunum, sum vit savna um teg, og vit tryggja, at tínir persónsupplýsingar verða viðgjørdir sambært reglugerini.
Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí viðtikið hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónsupplýsingar
Um tú ynskir at venda tær til okkum viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú gera tað fylgjandi:
TUNNIL P/F
Heiðavegur 57
600 Saltangará
Uni Danielsen, stjóri, tel: 350204, t-post: ud@tunnil.fo
Persónsupplýsingar eru allir upplýsingar, sum á ein ella annan hátt kunnu vísa til tín. Um so er, at tú ikki ynskir, at vit viðgera hesar upplýsingar, er ikki møguleiki at stovna, varðveita og halda møguligar avtalur við teg.
Fyri at gera einhvørja avtalu við okkum um gjald og gjaldskipan, er neyðugt at tað verður góðtikið, at Tunnil hevur samskifti við triðjapartar sum lýst herundir.
Um tú brúkar undirsjóvartunlarnar (Norðoyartunnilin, Vágatunnilin og Eysturoyartunnilin), so verður tú (bilurin, eigarin og skrásetti brúkarin) skrásettur, sum kundi hjá TUNNIL.
TUNNIL hevur tríggjar ymsar kunda skrásetingar:
Í viðgerð okkara av innkrevjing, gjaldsavtalum, gjaldingum samstarva vit við fleiri triðjapartar til goymslu og viðgerð av dáta, herímillum veitarar av kt-loysnum, sum bókhald, skipan til avgreiðslu av brúk at tunnlinum, vakmyndaskipanir vm. Hesi viðgera bert upplýsingar okkara vegna, og skulu ikki brúka teir til egið endamál. Í týðandi førum verður dáta víðarigivið til, akstovuna, bankar, innheintingarfeløg og av trygdarávum feløg sum hýsa okkara upplýsingar vm.
Vit brúka bert dataviðgerðar úr EU ella tryggum triðjalondum, sum hava neyðugu trygdarviðurskiftini umframt feløg í londum, sum kunnu veita nøktandi dátuverndartrygd.
Um tú ynskir at verða kundi hjá okkum og brúka okkara tænastur, uttan avtalu, men gjalda á netinum, er neyðugt at vit fáa fylgjandi persónsupplýsingar um teg:
Hesir upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:
Upplýsingarnir verða goymdir so leingi, sum tað eftir reglunum er loyvið, og vit sletta teir, tá ið vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av hvørjir upplýsingarnir eru, og hví teir verða goymdir. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum slettaðir, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.
- Upplýsingar um kundar strikast vanliga 5 ár eftir at seinasta samskiftið var, ella møguliga fyrr um kundin biður um tað.
Um tú ynskir at verða kundi hjá okkum, og brúka okkara tænastur, og hava eina gjaldsavtalu, er neyðugt at vit fáa fylgjandi persónsupplýsingar um teg:
Hesir upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:
Upplýsingarnir verða goymdir so leingi, sum tað eftir reglunum er loyvið, og vit sletta teir, tá ið vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av hvørjir upplýsingarnir eru, og hví teir verða goymdir. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum slettaðir, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.
Um tú ynskir at verða kundi hjá okkum, og brúka okkara tænastur, og ikki hava nakra avtalu, men fáa rokning sendandi við postinum, er neyðugt at vit fáa fylgjandi persónsupplýsingar um teg:
Hesir upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:
Upplýsingarnir verða goymdir so leingi, sum tað eftir reglunum er loyvið, og vit sletta teir, tá ið vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av hvørjir upplýsingarnir eru, og hví teir verða goymdir. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum slettaðir, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.
Um tú ynskir at verða veitari ella samstarvsfelagi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónsupp- lýsingar um teg:
Persónsupplýsingar um veitarar og samstarvsfelagar verða samlaðir grundað á fylgjandi endamál:
Hesir upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:
Upplýsingarnir verða goymdir so leingi, sum tað sambært reglugerðini er loyvið, og vit sletta teir, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjir upplýsingar eru, og hví teir verða goymdir. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi veitarum og samstarvsfeløgum strikaðir, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.
Tá ið vit móttaka eina starvsumsókn og fylgiskjøl, verða øll skjølini lisin av leiðaranum við tí endamáli, at svara og meta um innihaldið í sambandi við eitt ávíst arbeiði. Okkara lógarheimild til viðgerðina av umsóknini er ”heimildaðu áhugamál”.
Umsókn og fylgiskjøl verða deild víðari innanhýsis til persónar, sum eru í setannarbólkinum, og verða ikki víðarigivin til onnur uttanfyri fyritøkuna.
Persónupplýsingarnir, sum koma fram í setanartilgongdini, verða viðgjørdir við fylgjandi grundarlagi: heimilaðu áhugamál.
Umsóknir og fylgiskjøl verða goymd, til rætti umsøkjari er funnin, og setannartilgondin er endað. Eftir hetta verða umsókn og fylgiskjøl slettað hjá teimum sum ikki fingu starvið.
Tá ið talan er um óbidnar umsóknir, verða umsókn og fylgiskjøl goymd í mesta lagi 6 mánaðir, fyri síðani at verða slettað.
Um umsókn og fylgiskjøl verða goymd í meiri enn 6 mánaðir, skal biðjast um eitt nýtt samtykki frá umsøkjaranum.
Títt samtykki er sjálvboðið, og tú kanst til einahvørja tíð taka tað aftur við at venda tær til okkum. Nýt kontaktupplýsingarnar omanfyri, um tú ynskir fleiri upplýsingar.
Vit hava gjørt passandi tøknilig og fyriskipanarlig tiltøk ímóti, at tínir upplýsingar av tilvild ella ólóliga verða slettaðir, almmannakungjørdir, burturblivnir, minka í virði ella at nakar óviðkomandi fær hendur á teimum, verða misbúktir ella á ein ella annan hátt verða viðgjørdir í stríð við lógina. Dátuábyrgdarin tryggjar, at viðgerðin bert kann fara fram, tá ið allar dátutrygdarreglur verða fylgdar iflg. Dátuverndarlógini § 7
Sum partur av trygdarfyriskipanini og gjaldsmøguleikanum í tunlinum, sum TUNNIL umsitur er eftirlitið við vakmyndatólum. TUNNIL tryggjar til eina og hvørja tíð, at brúkið av vakmyndatólunum er gjørt í samsvar við ásetingunum í lógini.
Allar upptøkurnar goymast í 14 dagar, og síðani verða upptøkurnar strikaðar. Tað kunnu verða grundir til at goyma upptøkurnar longur.
Vit innheinta, viðgera og goyma bert persónsdata, sum eru neyðug í sambandi við at uppfylla okkara ásettu endamál. Harafturat kann tað verða lógargivið, hvat slag av data, er neyðugt at innheinta og goyma í sambandi við okkara virksemi. Tey ymisku økini av persónsdata, sum vit viðgera, verða fastsett av tørvinum at uppfylla eina avtalu ella eina aðra rættarliga skyldu.
Okkara tænasta er treytað av, at tykkara data er rætt og dagført, og vit biðja tykkum upplýsa okkum um týðandi broytingar í tínum data. Tit kunnu nýta kontaktupplýsingarnar omanfyri, at siga okkum frá, um broytingar á hesum øki, so syrgja vit fyri, at dagføra tíni persónsdata. Um vit sjálvi leggja merki til, at data ikki er rætt, dagføra vit upplýsingarnar og geva tær boð um hetta.
Tú kanst melda teg til at fáa fráboðanir á fartelefonina við SMS, um ein av tunlinum er stongdur. Tú kanst velja hvønn av tunlinum tú ynskir at fáa fráboðanir um. Um tú ynskir at vit skulu steðga við at senda tær boðini við SMS, skalt tú siga okkum frá á telefon 350200 ella við telduposti tunnil@tunnil.fo. Tú kanst brúka kontaktupplýsingarnar omanfyri um tú ynskir meira upplýsingar.
Vit brúka fleiri triðjapartar til goymslu og viðgerð av dáta, herímillum veitarar av kt-loysnum, sum bókhald, skipan til avgreiðslu av brúk at tunnlinum, vakmyndaskipanir vm. Hesi viðgera bert upplýsingar okkara vegna, og skulu ikki brúka teir til egið endamál. Í týðandi førum verður dáta víðarigivið til, akstovuna, bankar, innheintingarfeløg vm.
Vit brúka bert dataviðgerðar úr EU ella tryggum triðjalondum, sum hava neyðugu trygdarviðurskiftini, umframt feløg í londum, sum kunnu veita nøktandi dátuverndartrygd.
Tá ið tú vendir tær til okkum, við eini áheitan um at rætta ella sletta tíni persónsdáta, kanna vit, um tú lýkur treytirnar, og so gera vit broytingarnar ella sletta dátaið so skjótt sum gjørligt.
Tú kanst brúka tíni rættindi við at venda tær til okkara.