Sandoyartunnilin er 10,8 km. langur og er harvið longsti tunnil í Føroyum. Har tunnilin stingur djúpast, eru 155 m upp til sjóvarmálan, og eins og í Eysturoyartunlinum er mesta hallið 5 prosent.
Sandoyartunnilin kemur upp í Traðardali millum Skopun og Sand, og streymoyarmegin kemur hann upp á Gomlurætt. Ferðingin millum Streymoynna og Sandoynna er munandi stytt, men størsti fyrimunurin er, at fólk kunnu koma til og frá nær tað skal vera alt samdøgrið.
Í Traðardali á Sandoynni varð byrja at spreingja á sumri 2018. Fyrsta sum varð gjørt, var at spreingja og borað fyri inntakinum, og brúgv varð um ánna í Traðardali. Aðrar fyrireikingar vórðu gjørdar, og tá ið Eysturoyartunlinum varð liðugt boraður, flutti mann boriútgerðina til Sandoyartunnilin.
Arbeiðið við Eysturoyartunnilin gekk væl, og hósdagin 20. desember 2018 varð fyrsta skotið í samband við Sandoyartunnilin latið av á Gomlurætt. Fyrireikingarnar á Gomlurætt byrjaðu á sumri 2018, tá ið nýtt parkeringsøki bleiv gjørt vestan fyri ferjuleguna. Síðani varð økið, har ið tunnilsmunnin er, ruddað og byggiplássið varð hegnað inni. Á Gomlurætt varð bora og sprongt í trimum umførum fram til summar.
Koyrandi varð ígjøgnum tunnilin 21. desember 2023. Mett verður, at 300-400 bilar fara at koyra ígjøgnum tunnilin um samdøgrið.
Myndasavn
1/0