Hvør tunnil hevur sína serstøku avsláttarskipan. Tvs. at ein avsláttarskipan er galdandi fyri Vágatunnilin, ein onnur avsláttarskipan er galdandi fyri Eysturoyartunnilin osfr.
Her kanst tú lesa meira um avsláttarskipanirnar.
Farleiðin Streymoy-Eysturoy umfatar hesar leiðir:
Tá tú selur eitt akfar, er umráðandi at tú strikar tað av haldinum beinanvegin. Um tú keypir annað akfar, er somuleiðis umráðandi, at hetta verður skrásett á haldinum beinanvegin. Hetta kanst tú avgreiða á sjálvgreiðsluni á tunnil.fo ella á Vanganum.
Tú kanst tú eisini boða frá, við at seta teg í samband við tunnilsskrivstovuna, umvegis teldupost til tunnil@tunnil.fo ella ringja tlf. 350 200.
Um tú fært nýtt gjaldskort, er sera umráðandi at dagføra tínar kortupplýsingarnar. Áðrenn kortið gongur út, fært tú ein teldupost við einari leinkju, har tú verður biðin um at leggja tær nýggju kortupplýsingarnar inn.
Um tú ikki fært nakran teldupost, vinarliga set teg í samband við tunnilsskrivstovuna, antin umvegis teldupost til tunnil@tunnil.fo ella ringja tlf. 350 200, um at fáa nýggja leinkju sendandi, har tú kanst dagføra tínar kortupplýsingarnar.
Útlendskir bilar gjalda eins og føroyskir bilar. Goldið verður við at fara inn á heimasíðuna www.tunnil.fo, trýst so á "Gjald/Pay Online" og fylg vegleiðingini. Gjaldast skal innan 6 dagar frá tá koyrt var. Um rokning verður send, verður eykagjald lagt á.
Ein gjaldsumbøn er ein fakturi til at áfylla haldið.
Tá ið tú móttekur eina gjaldsumbøn, so er upphæddin á gjaldsumbønini ein meting av, hvat tú fert at koyra fyri tann komandi mánaðin.
Um tú ynskir at gjalda eina aðra upphædd, enn tann sum framgongur á gjaldsumbønini, so ert tú vælkomin at gera tað.
Til ber at tekna hald her á heimasíðuni ella á Vanganum.
Ja, sama hald er galdandi fyri allar tunlarnar.
Um tú hevur hald til tunlarnar, kanst tú siga avtaluna upp uttan freist. Eigur tú pening tilgóðar, fært tú restpeningin útgoldnan.
Uppsøgnin skal vera skrivlig fyri at hava gildi.
Ja, tú kanst lætt tekna teg til sjálvvirkandi gjaldsskipan. Tá tú móttekur ein faktura verður upplýst, um hesin verður goldin sjálvvirkandi. Um tú hevur hald, ber eisini til at síggja inni á sjálvgreiðsluna á tunnil.fo, um tú hevur sjálvvirkandi gjaldsavtalu ella ikki.
Ert tú í iva um tú hevur tekna teg til sjálvvirkandi gjaldsskipan ella ynskir at broyta gjaldsavtaluna, kanst tú seta teg í samband við tunnilsskrivstovuna, antin umvegis teldupost til tunnil@tunnil.fo ella ringja tlf. 350 200.
Tað ber væl til at tekna eitt hald og lata fleiri bilar vera knýttar at sama haldi.
Ja, um kundanummar á inngjaldskortinum eru eins, kunnu inngjaldskort leggjast saman, tá goldið verður.
Um áfyllingin ikki kann gerast orsakað av viðurskiftum hjá tær, t.d. um gjaldskortið er sperrað ella útgingið, verða boð send á skrásetta teldupostbústaðin, at áfyllingin ikki er framd. Í hesum sambandinum mást tú kannað, hvat orsøkin er til at áfyllingin miseydnaðist.