Føroyskt   /   Um Tunnil   /   Vágatunnilin

Vágatunnilin

Vágatunnilin í tølum

Vágatunnilin í tølum

Ár: Vágatunnilin varð tikin í nýtslu tann 10. desember 2002.

Kostnaður: Vágatunnilin kostaði 280 mió kr. at byggja.

Longd: Vágatunnilin er 4,9 km langur. Av hesum eru 2,5 km undir Vestmannasundi.

Dýpd: Har tunnilin stingur djúpast, eru 105 metrar upp til sjóvarmálan. Dýpið í sjónum eru í mesta lagi 60 metrar.

Hall: Hallið eystureftir er 6,87% og vestureftir 6,9%.

Koyribreytin: Tvær mótkoyrandi breytir eru í tunlinum, sum er góðar 10 metrar breiður. Sjálv koyribreytin er 7 metrar breið. Harafturat eru gjørdir vegakslar, sum eru 1,5 metur hvør.

Steðgipláss: Steðgipláss eru til persónbilar fyri hvørjar 500 metrar, og til størri akfør eru trý steðgipláss.

Spreinging: Sprongdir eru 327.000 kubikkmetrar av gróti úr Vágatunlinum. Til hetta arbeiðið eru nýtt 850 tons av spreingievni. 1000 tons av betongi eru nýtt at tetta lekar við.

Lekar: Mest loyvdi lekin í slíkum undirsjóvartunlum eru 300 litrar um minuttin pr. km. Í Vágatunlinum er lekin umleið 85 litrar um min. pr. km.

Um Vágatunnilin

Um Vágatunnilin

Vágatunnilin varð tikin í nýtslu tann 10. desember 2002.

Hol varð sett á arbeiðið streymoyarmegin tann 28. september 2000, og vágamegin varð fyrsta skotið latið av tann 27. februar 2001.

Ætlanin at byggja fast samband um Vestmannasund røkkur tó nógv longur aftur í tíðina.

Longu tíðliga í áttatiárunum vóru røddir frammi um at fáa fast samband millum Streymoy og Vágar, og fram til 1989 gjørdi Landsverkfrøðingurin kanningar, sum gjørdust grundarlagið undir tí arbeiðið, sum seinni varð gjørt.

Av fyrstan tíð vórðu tveir høvuðsmøguleikar nevndir fyri tunnilsgerð. Hin norðara og hin sunnara tunnilslinjan. Tann norðara varð skjótt slept av jarðfrøðiligum ávum, og tann sunnara frá Leynum til leiðina við Kálvadalsá vald.

Farið varð at rigga til veturin 1988, og setast skuldi á tunnilsgerðina í apríl 1989, men tá ið fíggjarkreppan rakti Føroyar, kom steðgur í. Tíggju ár skuldu ganga, áðrenn ætlanini aftur varð lív lagað. Í 1999 varð partafelagið Vágatunnilin stovnað, og fyrstu pengarnir játtaðir á fíggjarlógini.

Harvið varð gongd sett á aftur arbeiðið at gera fast samband um Vestmannasund. Fyrst var farið at meta um kanningarnar fram til 1989, sum vóru dagførdar, og m.a. varð hugt eftir líknandi tunnilsgerðum í Íslandi og Noregi, sum vóru nógv mentar.

Upprunaliga ætlanin var, at tunnilin skuldi takast í nýtslu á vári í 2003, men arbeiðið við tunlinum hilnaðist so mikið væl, at tunnilin varð latin upp fyri ferðslu longu eitt gott ár fyri tað.

Stórur fagnaður var tann 10. desember 2002, tá ið strandfaraskipið SAM sigldi síðsta túrin um Vestmannasund, og fólk gingu, og bilar koyrdu undir Vestmannasundi.

Nevnd

Nevnd

Nevndin í P/F Vágatunlinum er mannað soleiðis:

Jens Kári Vilhelm, formaður
Dánjal T. Thomsen, næstformaður
Gunnvá á Lofti, nevndarlimur