Trygdin er sett í hásæti í Vága- og Norðoyatunlinum. Málið er, at trygdin í tunlinum er minst líka góð sum á landsvegunum.
Dentur verður lagdur at dagføra trygdina so hvørt, og trygdarútgerðin verður javnan gjøgnumgingin eftir føstum forskriftum. Trygdarútgerðin fylgir norskum reglum um trygd í tunlum.
Fyri at tryggja teg eru:
• neyðpostar við eldsløkkjara og neyðtelefon fyri hvørjar 500 metrar
• harumframt eldsløkkjarar fyri hvørjar 250 metrar
• steðgipláss til bilar fyri hvørjar 500 metrar
• trý vendipláss til størri akfør
• óbrotið FM-radiosamband
• GSM-fartelefonsamband og løgreglussamskifti gjøgnum allan tunnilin
• reyð blunkljós við tunnilsmunnarnar, sum tendra sjálvvirkandi, um ov nógv gass er í tunlinum
• sjálvvirkandi bummur, ið steingir í neyðstøðu
• ljós gjøgnum allan tunnilin
• pumpur, sum flyta lekar burtur
Lurta eftir útvarpsrásini, ið hoyrir til tunnilin (frekvensurin sæst á skelti við tunnilsmunnan)
Tryggja tær, at tú koyrir við í minsta lagi nærljósum. Tak sólbrillurnar av.
Halt frástøðuna til akfarið frammanfyri
Yvirháling / afturumlegging er ikki loyvd í tunlum
Ikki er loyvt at skifta koyrirætning í tunlinum
Ikki steðga akfarinum uttan í neyðstøðu
Tendra ávaringarljósini (hasardljósini)
Halt frástøðuna til akfarið frammanfyri, hóast bilrøðin koyrir seint ella er steðgað heilt
Sløkk motorin, um bilrøðin stendur still leingi (1 minutt)
Lurta eftir boðum frá útvarpsrásini í tunlinum
Ger eftir boðunum, ið givin verða
Tendra ávaringarljósini (hasardljósini)
Royn at koyra til eitt neyðsteðgipláss ella í minsta lagi út í síðuna
Sløkk motorin
Far úr akfarinum. Minst til ikki at læsa bilin - lat lykilin standa í
Veit fyrstuhjálp til skaddar persónar
Boða frá óhappinum
Um tú metir, at tú nært at koyra út úr tunlinum, so ger tað
Um hetta ikki er gjørligt, koyr út í síðuna, sløkk motorin og far úr akfarinum beinanvegin. Minst til ikki at læsa bilin – lat lykilin standa í
Royn at sløkkja eldin
Boða frá óhappinum
Veit fyrstuhjálp til skaddar persónar
Skunda tær út úr tunlinum. Mælt verður til at ganga ímóti luftrákinum, hóast hetta kann vera longri vegurin út
Serlig trygdarkrøv eru galdandi í Eysturoyartunlinum.
• Tað er ikki loyvt at ganga, renna ella súkkla í Eysturoyartunlinum.
• Tað er ikki loyvt at koyra skutara ella prutl í Eysturoyartunlinum.
• Tað er ikki loyvt at steðga og fara út úr bilinum - uttan í neyðstøðu.
Vakmyndtól skráseta alt, sum hendir í tunlinum.
Alarmsentralurin kann senda boð gjøgnum allar føroyskar útvarpsrásir, tí verður mælt til altíð at hava útvarpstólið tendrað.