Díðriksdúgvur
og aðrir dýrgripir

Hellismyndir í nýggjum ljósi

Edward Fuglø
Uppruna verkini kunnu síggjast á Listasavninum á Sandi.

Díðrikur á Skarvanesi

Hani og høna uml. 1830

Ein teirra vísir ein hana við sterkt gulum, svørtum og øðrum litum, umframt eina marglitta hønu við eyðsæddum svartlittum búki. Fuglarnir báðir eru hegnisliga teknaðir, sæddir frá síðuni, og standa á hvør sínum steini og trína greitt fram úr bakgrundini við sínum sterku litum. Díðrikur hevur spælt sær við litunum — soleiðis at teir eru ævintýrkendari og sterkari enn í veruleikanum - og við forminum, sum tykist flatari enn í veruleikanum, umframt við støðuni, sum sýnist tilætlað uppsett. Tað er ikki til at siga, hvat Díðrikur í roynd og veru hevur hugsað. Kanska vil hann vísa á, at hann tekur sær listaligt frælsi.

Frummyndin kann síggjast á Listasavni Føroya.

Díðrikur á Skarvanesi

Maanens duer, 1840

Díðrikur var húskallur í Sandoynni. Eitt skifti arbeiddi hann hjá einum presti, sum hevði áhuga fyri náttúruni. Hjá honum hevur evnagóði húskallurin sæð onkrar fuglabøkur og hevur gjørt myndatalvurnar um til prýðiligt almúgusnið.

“Maanens Duuer” stendur at lesa á einum av bløðunum. Hetta var navnið á bládúgvuni, sum alt várið varp eitt egg um mánaðin.

Frummyndin kann síggjast á Listasavni Føroya.

Sunleif Rasmussen

Tónleikurin

Ein morgunin, nakað eftir, at tónaskaldið, Sunleif Rasmussen, varð biðin um at skriva eitt verk til Sandoyartunnilin, vaknaði hann við tónum í huga. Hann hevði droymt tónleikin. Í dreyminum hoyrdi hann eitt fjølbroytt, fleirræddað kór ljóma lystiliga. Grundarlagið undir hesum kórinum var niðurlagið í sanginum hjá poppbólkinum The Snowflakes, “Tvey hjørtu, tveir skuggar, tvey andlit”, og sum mánaðirnir gingu, skrivaði hann hugskotini, ið gjørdu dreymin til veruleika, niður.

Grundsporini í tónleikinum eru dripp, ið hann lat hann festa á band, tá ið tunnilin varð boraður, men als ikki tættur, og vegurin ikki var asfalteraður. Annað grundsporið er ljóð av einum djipi, ið koyrir á sera ójøvnum vegi. Úr hesum ljóðkeldunum hoyrast dryppandi tónar í ljóðmyndini í øllum verkinum.

Copyrights © Permission is required from publisher reproduce text, images and music.
Artwork: Edward Fuglø, ©2023. Music: Sunnleif Rasmussen, ©2023. Text: Sprotin, ©2023