Í sambandi við at J.K. Petersen, vegna Klaksvíkar Kommunu, fer undir at gera nýtt vinnuøkið sunnanfyri bátahylin á Borðoyarvík, skal væntast at ferðslan í Norðoyatunlinum verður órógvað í styttri tíðarbilum. Norðoyatunnilin verður stongdur meðan sprongt verður. Væntað verður at tunnilin steingir í uml. 10 minuttir undir hvørjari spreinging. Tað skal roknast við at hetta fer at endurtaka seg uml. 25 ferðir næstu tíðina.
Fyrstu ferð verður væntandi í morgin hósdagin 17. oktober.