Næstu tríggjar mánaðirnar verður Vágatunnilin stongdur um næturnar hvørja viku frá sunnukvøld til fríggjamorgun frá kl. 22.00 til kl. 06.00. Arbeiðið fór ígongd í gjár. Tær nætur tunnilin verður stongdur, verður ferðslan leidd ígjøgnum kl. 23.00, 24.00, 02.00 og kl. 04.00.
Tað sum verður gjørt í Vágatunlinum er líkt tí, sum seinastu mánaðirnar er gjørt í Norðoyatunlinum. Vegøksl og betongverja verður stoypt gjøgnum allan tunnilin í báðum síðum. SEV skal leggja tveir 60 KV kaðlar gjøgnum tunnilin. Fyri at geva bilførarunum eina góða «visuella orientering», verða markeringsljós sett í kantsteinin. Articon fer at taka sær av gravi- og stoypiarbeiðnum, og LM-Electric hevur uppgávuna at montera markeringsljósini.
Arbeiðið er byrjað, og væntast at verða liðugt 30. apríl. Tá hetta er gjørt, er ætlanin at fresa og asfaltera tunnilin.