Tunnlarnir lýsa blátt

Fyri at varpa ljós á druknivanlukkur

(Mynd: Svimjisamband Føroya)

(Mynd: Svimjisamband Føroya)

2022-07-25 06:56Author image
INGI SAMUELSEN

Tey, sum koyra gjøgnum teir tríggjar undirsjóvartunnlarnar í dag uppliva, at tunnlarnir í støðum lýsa bláir.

Hetta er partur í herferð hjá Svimjisambandi Føoya fyri at varpa ljós á, at tað henda ov nógvar druknivanlukkur í Føroyum.

25. juli er av Sameindum Tjóðum lýstur at vera altjóða dagur fyri fyribyrging av druknivanlukkum, og hetta hevur føroyska svimjisambandið tikið upp við at varpa ljós á, at tað í miðal drukna trý fólk um árið, og at hetta er ov nógv.

Í hesum sambandi hevur sambandið eitt nú havt ein bás í SMS, har greitt verður nærri frá trupulleikanum.

Og tunnilsfeløgini hava eisini hjálpt til við at lata tunnlarnar skyggja í bláum liti í dag.

Les meira her: Varpa ljós á dagin til fyribyrging av druknivanlukkum

[object Object]
(Mynd: Svimjisamband Føroya) 

[object Object]
(Mynd: Svimjisamband Føroya)