Tey trý tunnilsfeløgini P/F Vágatunnilin, P/F Norðoyatunnilin og P/F Eystur- Sandoyartunlar, hava ídag stovna eitt felags innkrevjingarfelag P/F Tunnil. Endamálið við felagnum er at hava eina felags innkrevjing fyri øll feløgini. Hetta skal gera tað lættari og einklari fyri kundarnar sum gera nýtslu av gjaldstunlunum. Við hesum skulu kundarnir eins og ídag, venda sær til eitt felag fyri at fáa avgreitt síni gjaldsviðurskifti. Við eini felags umsiting og innkrevjingarskipan fyri øll feløgini, verður tað bíligari í rakstri, heldur enn at hvørt felag hevur sína umsiting.
Endamálið er eisini at hava greiðan skilnað í fíggjarviðurskiftunum millum feløgini. Avtalað er at feløgini gjalda fyri raksturin av P/F Tunnil í mun til ferðsluna.
Síðan Vágatunnilin og Norðoyatunnilin lótu upp fyri ferðslu, hava teir havt eina norska innkrevjingarskipan. Arbeitt hevur verið saman við Formula, at fáa eina føroyska skipan, sum verður meira kundavinarlig og meira liðilig fyri starvsfólkini. Tá eitt hald verður keypt verður tað galdandi, eins og ídag, fyri allar tunlarnar, í fyrstu atløgu Vága- og Norðoyatunnilin, næsta ár Eysturoyartunnilin og so Sandoyartunnilin, tá hann letur upp.
Nýggj hølir
Umsitingin og innkrevjingin fyri Vágatunnilin, Norðoyatunnilin og nýggja felagið P/F Tunnil, hava undirskrivað leiguavtalu um hølir í Saltangará. Leigusáttmálin er galdandi frá 1. januar 2020. Áðrenn flutt verður, skulu smávegis broytingar gerast.