Tey sum hava hald í Vága- og Nortðoyatunlinum, nýta sama hald í Eysturoyartunlinum, tá hann letur upp fyri ferðslu. Tað er ikki neyðugt at tekna serligt hald til Eysturoyartunnilin.
Prísirnir eru sum kunnugt ymiskir. Í Vága- og Norðoyatunlinum eru haldprísirnir framvegis kr. 20 báðar vegir. Um koyrt verður í Eysturoyartunlinum er haldprísurin hvønn veg kr. 75 millum Hvítanes - Rókin/Strendur og kr. 25 hvønn veg millum Strendur og Rókina.