Í samband við at arbeitt verður í Norðoyatunlinum komandi mánaðirnar, verður Norðoyatunnilin stongdur um næturnar frá sunnukvøld til fríggjamorgun hvørja viku fram til februar 2021. Arbeiðið byrjar í kvøld 12. oktober. Tunnilin verður stongdur frá kl. 22.00 á kvøldi til kl. 06.00 á morgni. Koyrandi verður kl. 23.00, 24.00, 02.00 og kl. 04.00.
Arbeiðið, sum skal gerast, er at stoypa vegøksl og betonverju fram við báðum síðum gjøgnum allan tunnilin. Hetta er fyri at tryggja at bilar ikki koyra inn í óregluligan sprongdan tunnilsvegg. Samstundis leggur SEV tveir 60 KV kaðalar gjøgnum tunnilin. Markeringsljós verða sett á kantsteinin, og vil hetta geva bilførarum eina góða “visuella orientering”. Avtala er gjørd við Articon at taka sær av stoypiarbeiðnum, og LM-Electric montera markeringsljósini.
Fari verður eisini undir at tetta lekar, ið koma niður á vegbreytina. NCC stendur fyri hesum arbeiðnum.
Tunnilin var upprunaliga bygdur við einum pumpubrunni á botni. Kanningar hava víst, at størsta nøgdin av vatni lekur undir Háfjalli, sum er frá Klaksvík og niður í hálva brekkuna. Nýggj pumpustøð verður gjørd 1.600 metrar inn frá tunnilsmunnanum Klaksvíksmegin.
Tá arbeiðini í Norðoyatunlinum eru liðug, verður farið undir stórt sæð somu arbeiðir í Vágatunlinum. Har verður tó ikki nýggjur pumpubrunnur gjørdur. Vatnnøgdin er minni, og tunnilin er ikki líka djúpur sum Norðoyatunnilin.
Fleiri upplýsingar ella viðmerkingar til tíðindaskrivið fáast við at venda sær til Una Danielsen, stjóra, á tlf. 285700