Føroyskt / Um Tunnil / Tíðindi / Nógv ferðsla í samband við 10 ára haldið í Norðoyatunnlinum.
Tað hava verið nógv fólk í Klaksvík hesar fýra dagarnar ókeyps varð at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin. Tilsamans taldi Norðoyatunnilin 14.126 akfør sum er 5.746 akfør meira enn tá tað ikki er ókeypis at koyra.
Í miðal koyra 2.310 akfør í Norðoyatunnlinum pr. dag og halgidagar koyra vanliga 1880 akfør gjøgnum tunnilin.
Í samband við at ókeypis var at koyra 5., 6,. 7. og 8. mai í samband við at tunnilin fylti 10 ár:
Hósdagn 5. mai 2.450 akfør
Fríggjadagin 6. mai 4.248
Leygardagin 7. mai 4.664
Sunnudagin 8. mai2.764
Í Vágatunlinum var eisini tunnilsdagur leygardagin 7. mai. Tá koyrdu 2.092 akfør. Til sammetingar koyra tað í miðal 1.865 akfør um dagin.