Aðalfundur í Vága- og Norðoyatunlinum (1)

P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin hava havt aðalfund, har roknskapirnir vórðu framlagdir.

Vágatunnilin

Ársúrslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2019 gjørdist eitt avlop á kr. 3,2 mió. Umsetningurin var kr. 13,4 mió. í 2019 og kr. 14,7 mió. í 2018. Í Vágatunlinum koyrdu 952.300 akfør gjøgnum tunnilin, 55.436 fleiri enn í 2018, ein vøkstur á 6,2%. Hetta svarar til, at tað koyrdu 2.609 akfør í miðal hvønn dag. Til sammetingar koyrdu 2.457 akfør í miðal hvønn dag í 2018.

Norðoyatunnilin

Úrslitið í P/F Norðoyatunlinum varð eitt avlop á kr. 3,1 mió. kr. Umsetningurin var kr. 17,7 mió. í 2019 og kr. 19 mió. í 2018. Í Norðoyatunlinum koyrdu 1.308.519 akfør gjøgnum tunnilin, sum er ein vøkstur á 6,4% í mun til 2018, tá 1.217.826 akfør gjørdu nýtslu av tunlinum. Ferðslan í 2019 hevur verið 3.585 akfør/døgn í miðal, í mun til 3.337 akfør/døgn í 2018.

Í nevndina fyri Vágatunnilin sita: Jens Kári Vilhelm, nevndarformaður, Dánjal T. Thomsen, næstformaður og Gunnvá á Lofti, nevndarlimur,

Í nevndina fyri Norðoyatunnilin sita: Jens Kári Vilhelm, formaður, Heri M. Hammer, næstformaður og Johanna á Bergi, nevndarlimur.